ChatGPT: Ein kollvelting innan tilgjørdan vitleika (AI)

Brúsá  |  21. desember 2022

Nú kanst tú kjatta við ein veruliga intelligentan, AI-stýrdan kjattbot, ið kann svara nærum øllum spurningum á ein ógvuliga náttúrligan hátt. 🤯

Vit hava helst upplivað (ó)smartar kjatt-bottar, sum kunnu svara nøkrum fáum spurningum, men annars eru ógvuliga avmarkaðir. ChatGPT – eitt conversational artificial intelligence forrit frá OpenAI – er slóðbrótandi, tí tað svarar náttúrliga, minnist hvat tú hevur skrivað áður í samtaluni, kennir kontekst v.m. Tað er eitt stórt frambrot, sum kann framleiða heilar greinar sum svar til opnar spurningar, ið eru at líkna við góðar skúla-stílar.

Nú er skjótt liðugt við, at Google hevur “funnið 31.350.599 úrslit fyri tað, tú leitaði eftir”. Tí hvør blaðar nakrantíð til síðu 2 á Google (tað sigst vera besta staðið at krógva eitt lík).

Hetta við fleiri leitiúrslitum hevur verið ein stór avbjóðing fyri voice search, ið hevur vunnið seg meira fram við smart speakers, Siri, Alexa, OK Google o.s.fr. Tá vit spyrja ein spurning, vilja vit bara hava eitt einfalt svar – ikki 1000 møgulig úrslit. Hetta kann vera kollvelt nú við ChatGPT.

Men hetta fer uttan iva eisini at skapa stórt kjak í skúlaverkinum komandi árið um AI – á føroyskum nevnt tilgjørdur vitleiki. Faktiskt er tað longu í gongd – Zeynep Tufekci skrivaði í síðstu viku eina grein í NYTimes um júst hetta. Avbjóðingar so sum ritstuldur ella orðkringir setningar við skeivum upplýsingum.

(Eg kann ikki lata vera við at hugsa um, hvussu fantastiskt tað afturi í mínum skúladøgum hevði verið at biðið eina teldu skriva stílin fyri meg. 🙄)

OpenAI er annars komið við fleiri slóðbrótandi AI-amboðum so sum DALL-E 2, ið umsetir tekst til AI-genereraðar myndir, og Playground, ið á sama hátt sum ChatGPT kann skriva ein heilan stíl ella grein út frá einum opnum spurningi.

Óanisæð avbjóðingarnar og avmarkingarnar, so er hetta eitt stórt frambrot innan AI og hvussu vit kunnu finna upplýsingar og fáa svar uppá spurningar.

Hvussu kann hetta brúkast til heimasíður og SEO?

ChatGPT kann eitt nú eisini hjálpa við at framleiða tekstir til heimasíður fyri at SEO-optimera heimasíðuna. Eg spurdi: Hvussu kann ChatGPT verða brúkt til SEO?

Hvussu kann ChatGPT hjálpa við SEO?

Tað sæst, at fyrivarni fyri blindum áliti á eina maskinu er innbygt. Samstundis gevur hetta møguleikar fyri at framleiða tekstir í eini handavending. Avbjóðingin verður at fakta-chekka tilfarið – men tað er longu ein avbjóðing, tá tú googlar teg fram til upplýsingar. Tískil verða talgildir lesi- og skriviførleiki (digital literacy), keldu-kritikkur og kritisk hugsan ein enn størri tørvur í undirvísing og uppaling fyri framtíðar ættarlið.

Viðmerkingar