AI í sølu og marknaðarførslu

Lær at brúka AI (vitlíki) í tíni sølu og marknaðarførslu. Á verkstovuni hyggja vit eftir nýggjastu amboðum og møguleikum innan vitlíki, ið tú kanst brúka til at effektivisera og lætta um títt arbeiði.

Les meira
Hotel Brandan Tórshavn
Hós. 30. nov. 2023 kl. 08:30 - 15:00
kr. 2895 u/MVG Morgunmatur og miðmáli er við í prísinum
15 pláss 7 pláss eftir

Seinasta freist at tekna seg er 29. nov.

Framtíðar møguleikar við Generative AI

Lær meira um vitlíki, bæði avbjóðingar og møguleikar. Vit hyggja nærri at mest kendu AI amboðunum so sum ChatGPT, Bard og Bing og hvussu hetta kollveltir hvussu vit arbeiða við sølu og marknaðarførslu.

Skapandi flogvit: AI til hugarok og tekstframleiðslu

Hvussu kann vitlíki hjálpa okkum at skapa? Lær hvussu kreativi hjálparin kann brúkast til hugarok fyri at finna fram til nýggj og frísklig hugskot. Meistra kynstrið í AI-stuðlaðum tekstarbeiði fyri at skriva sannførandi tekstir, sum fanga lesaran.

Storytelling og tilrættislegging av innihaldi

Arbeið framskygt við eini væl skipaðari innihalds-strategi. Vit hyggja nærri at, hvussu AI kann hjálpa tær at gera ein góðan content kalendara. Harafturat lærir tú eisini hvussu tú kanst hópframleiða tilfar við Canva og AI.

AI amboðskassin: Soleiðis kemur tú í gongd

Verkstovan er praktisk, so tú fært møguleika at umseta vitan til praksis við ítøkiligum uppgávum. Tú fert heimaftur við einum AI-amboðskassa og førleikum til at loysa uppgávur innan sølu og marknaðarførslu við hjálp av vitlíki.

Manuel James Delgado

Undirvísari

Manuel James Delgado er ein Digital Media ráðgevi við stórum áhuga at hjálpa øllum sløgum av feløgum og stovnum við talgildum miðlum. Manuel hevur vitanina og royndirnar at loysa avbjóðingarnar innan talgilda marknaðarførslu hjá fyritøkum og stovnum. 

Manuel er serfrøðingur í nethandlum og Social Media Marketing. Alt frá at byggja nethandlar til at gera kundar varugar við nethandilin og fáa netsøluna at vaksa. Eisini hevur hann hegnið at skriva og sniðgeva lýsingar. Manuel hevur eitt gott eyga fyri at skapa lýsingatilfar, ið endurspeglar tína fyritøku, stovn ella visjón.

Manuel kann ikki bara hjálpa tær við talgildu miðlunum, men hann kann eisini geva tær neyðugu amboðini, soleðis at tú kanst arbeiða við hesum á einum hægri støði.  

Manuel tosar enskt, men skilur føroyskt.

Hesum hava vit hjálpt