Lær at sniðgeva við Canva og vitlíki

Lær, hvussu tú kanst brúka Canva og amboð úr vitlíki til at sniðgeva ymiskt tilfar til tína fyritøku ella stovn

Les meira
Hotel Brandan Tórshavn
Hós. 6. jun. 2024 kl. 08:30 - 16:00
kr. 2.895,- u/MVG Morgunmatur og døgurði er við í prísinum.
20 pláss 20 pláss eftir

Seinasta freist at tekna seg er 5. jun.

- dagar
- tímar
- minuttir
- sekund

Canva - eitt hent amboð til talgilda marknaðarførslu!

Skeiðið verður skipað við undirvísing í teimum ymisku hentleikunum, sum Canva hevur. Síðani verður farið í gongd við praktiskar uppgávur, har tit kunnu arbeiða við onkrum lýsingartilfari fyri tykkara fyritøku.

Hetta Canva skeiðið vendir sær til tey, ið longu hava nakrar royndir við Canva, og ynskja at Canva-førleikarnar til næsta stigið.

Tískil er neyðugt at allir skeiðsluttakarar hava egna teldu við, soleiðis at øll hvør í sínum lag kunnu royna seg.

Undirvísari er Manuel J. Delgado, og undirvísingin fer fram á enskum.

Skeiðsinnihald

Canva fyri tey víðarikomnu

Lær teir nýggjastu hentleikarnar og funkurnar sum Canva bjóðar. Hetta er grundarsteinurin undir at gerast enn betri til Canva, soleiðis at tú kanst spara pening og samstundis gera dygdargrafikkir.

Lær um AI

Ein stórur partur av hesum skeiðið verður hvussu tú kanst brúka AI amboðini í Magic Studio.

Lær um Canva Suite

Lær hvussu tú arbeiðir við Docs, Whiteboards, Presentations o.a. inniá Canva Suite.

Lær um at redigera film

Lær um hvussu tú arbeiðir við filmsframleiðslu á Canva. Hetta er sera hent, og loyvir tær at gera sera nógv, fyri sera lítið.

Lær at innlesa framløgur, PDF-fílar og ymiskt annað

Við at innlesa framløgur og onnur skjøl kanst tú lættari arbeiða við at hava ein streymlinjaðan grafikk til títt virki.

Lær um onnur AI-amboð sum tosað við Canva

Vit inndraga eisini onnur AI-amboð, sum á ein snildan hátt, tosað við Canva og sum kann geva tær íblástur til hvussu tú kanst brúka hetta í gerandisdegnum.

30 milliónir

brúkarar, úr 190 londum, eru á Canva hvønn mánaða

80

snið verða gjørd hvørt sekund

60 milliónir

myndir og tilfar tøkt um tú hevur CanvaPro

Manuel James Delgado

Undirvísari

Manuel James Delgado er ein Digital Media ráðgevi við stórum áhuga at hjálpa øllum sløgum av feløgum og stovnum við talgildum miðlum. Manuel hevur vitanina og royndirnar at loysa avbjóðingarnar innan talgilda marknaðarførslu hjá fyritøkum og stovnum. 

Manuel er serfrøðingur í nethandlum og Social Media Marketing. Alt frá at byggja nethandlar til at gera kundar varugar við nethandilin og fáa netsøluna at vaksa. Eisini hevur hann hegnið at skriva og sniðgeva lýsingar. Manuel hevur eitt gott eyga fyri at skapa lýsingatilfar, ið endurspeglar tína fyritøku, stovn ella visjón.

Manuel kann ikki bara hjálpa tær við talgildu miðlunum, men hann kann eisini geva tær neyðugu amboðini, soleðis at tú kanst arbeiða við hesum á einum hægri støði.  

Manuel tosar enskt, men skilur føroyskt.

Hesum hava vit hjálpt