
Vodafone
Føroya Regatta 2017
Í samband við at Vodafone stuðlar Felagnum Føroysk Træseglskip, vildi fyritøkan hava góðar myndir, tá regattaflotin sigldi av Havnini norður til Leirvíkar. Hetta skuldi brúkast sum innihald til lýsingar, sosialar miðlar, heimasíðu og annað.
Vit sigldu við sluppini Thorshavn av Havnini, men tað rullaði og regnaði, so trupult var at fáa góðar myndir. Gamaní, útsýnið var gott, men ikki varð lætt at standa stúttur við filmstólinum, sum sluppin rullaði í aldunum.
Tá vit komu um Gøtunes sleit í og fjørðurin varð púra slættur. Myndirnar omanfyri vísa júst tí løtuna, tá regattaflotin siglur norður ígjøgnum Leirvíksfjør og inn í Leirvík.
Dronumyndir: Jákup Justinussen
‘Jørðmyndir’: Rógvi Langgaard
Klipt og sett saman: Rógvi Langgaard
Samskipað: Jákup Justinussen
Myndir niðanfyri: Jákup Justinssen
Viðmerkingar