Online Performance Rapport

Fá betur innlit í hvussu tykkara fyritøka klárar seg í talgilda heiminum

Les meira

Síggj hvussu brúkarar bera seg at

Endamálið við status rapportini er at veita innlit í, hvussu tykkara fyritøka klárar seg á netinum. Her kanst tú síggja hvussu brúkarar bera seg at inni á tykkara heimasíðu, hvussu tit klára tykkum á sosialu miðlunum og úrslit frá tykkara lýsingarvirksemi á netinum.

Vit seta saman og greina hagtølini

Fá eina fullførda greining, ið er viðkomandi fyri tykkara virksemi uttan at lyfta ein fingur! (aftaná tú hevur givið okkum neyðugu atgongdina) Vit samla tølini saman í eina væl skipaða rapport og greina úrslitini fyri teg. So er bara eftir hjá tær at leggja úrslitini fram fyri leiðsluna.

Trýst her fyri at síggja eitt dømi av rapport sniðinum. Gev gætur, at eingin greining er í døminum og at tølini eru fiktiv.

Fá innlit í:

Heimasíðu

Umsetningur á nethandlinum, tal av vitjandi, hvar vitjandi koma frá, hvørjar síður eru mest vitjaðar.

LinkedIn

Fylgjara vøkstur, vinnugrein hjá tínum fylgjarum, mest dámd uppsløg.

LinkedIn lýsingar

Lýsingarkostnaður, úrslit frá átøkum, best umtóktu lýsingar.

Facebook

Fylgjara vøkstur, fylgjara demografi, best umtókt uppsløg.

Instagram

Fylgjara vøkstur, fylgjara demografi, best umtókt uppsløg.

Facebook/Instagram lýsingar

Lýsingarkostnaður, úrslit frá átøkum, best umtóktu lýsingar.

Samanbering við kappingarneytar

Fá eina yvirornaða mynd av, hvussu tú klárar teg á sosialu miðlunum samanborið við tínar kappingarneytar.

Kom í gongd

Kundi tú hugsa tær at fingið innlit í hvussu títt virksemi klárar seg á netinum? Vit veita tveir møguleikar:

Kvartalsrapport
Verður viðmælt teimum, sum vilja hava regluligt innlit. Vit veita 3 kvartal rapportir og eina ársrapport.
Prísur pr. rapport: 2.500 kr. u/MVG

Eingangs Year-to-date rapport
Verður viðmælt teimum, sum vilja hava eina eingangs rapport fyri at síggja útlitini í verandi løtu.
Prísur pr. rapport: 3.500 kr. u/MVG