Uppboðssøla á Facebook

Kona mín dámar als ikki at lýsingar poppa upp á Facebook, tá hon skrollar ígjøgnum telefonina um kvøldi. Tá ein lýsing kemur fram, spyr hon meg heldur speiskliga um tað eri eg, ið havi gjørt lýsingina.

Óanisæð, lýsingarnar rigga, tí annars hevði eg ikki gjørt lýsingar fyri kundar okkara. Ein annar háttur at lýsa og miðla á netinum er at hava “LiveShows” ella beinleiðis sendingar á Facebook.

Ein beinleiðis sending gevur tær gyltar møguleikar at fáa samband við tínar fylgjarar, og hesin hátturin av marknaðarførslu gevur tær skjóta sølu og góðar møguleikar at gera fólk varug við tín handil.

Her eru nøkur góð ráð, um tú umhugsar at byrja at gera beinleiðis sendingar á sosialu miðlunum:

  1. Framúrskarandi heldur enn fullkomið (excellence over perfection) – venjing førir ikki til fullkomileika, men heldur til framúrskarandi úrslit! Ger tær royndir, hugsa um uppseting og bakgrund og tryggja tær væl og virðiliga, at skipanin er klár. Hav tað stuttligt og njót løturnar og feilirnir, ið henda ímeðan tit eru í luftini.
  2. Tit eru vørumerkið – Tá tit samskifta, so skulu tit gera tað við sannførandi orðum um tykkara fyritøku ella vørumerki. Tað, ið er umáðandi er at tit eru trygg við tykkum sjálvi. Hetta ger at kundar tykkara hava lættari við at hava álit á tykkum, og harvið er møguleiki at skapa eitt dygdargott samband við kundan.
  3. Uppfylgjandi arbeiði – Tað er ikki nóg mikið at hava kundar, ið hyggja at. Tað er umráðandi at kundarnir hava møguleika at keypa vørurnar ímeðan sendingin koyrir. Eftir at sendingin er liðug, byrja so eina nýggja stutta sending, har tit takka fyri áhugan og minna kundarnir á at gjøgnumføra keypini.

Hesin hátturin av marknaðarførslu er fyri øll, og ein og hvør kann fáa eitt gott úrslit. Brúka hesi ráðini sum hjálp at byrja beinleiðis sendingar fyri tína fyritøku og síggj, hvussu tín fyritøka kemur enn longur fram á leið.

Tú hevur sjálvandi altíð møguleika at spyrja um hjálp og lata okkum hjálpa tær og fyritøkuni at taka fyrstu fetini. – Vit vilja fegin hjálpa!

| Manuel James Delgado