Social Media Strategi

Lær at arbeiða strategiskt við marknaðarførslu á sosialum miðlum.

Les meira

Hvussu kunnu vit arbeiða meira strategiskt við sosialum miðlum?

Sosialu miðlarnir geva øllum fyritøkum og felagsskapum góðar møguleikar at røkka út til sínar kundar. Men hjá nógvum er nýtslan av hesum impulsiv og lítið gjøgnumhugsað. Gev tær stundir til at leggja eina ætlan fyri meira tilvitaðari marknaðarførslu á sosialum miðlum.

Hetta merkir at tú umhugsar tykkara málbólk, hvørjir pallar hóska best til tykkara tørv, hvørjar resursir tit hava og hvussu tit kunnu skipa tykkara marknaðarførslu betur á sosialu miðlunum. Við hesum verður hugsað bæði um organiskt content (ókeypis) og paid content (lýsingar).

Skeiðið er væl egnað til vinnuligar fyritøkur, sjálvbodnar felagsskapir, ítróttarfeløg, almennar stovnar – ja øll sum brúka sosialar miðlar til at samskifta við sínar kundar, brúkarar ella aðrar málbólkar.

Eg kann hjálpa tykkum við

Yvirlit yvir sosialu miðlarnir

Hvussu kunnu teir brúkast ymiskt, og hvat gevur best meining fyri tykkum at brúka tíð uppá? Hvussu kanst tú differentiera millum ymsu kanalirnar heldur enn at leggja tað sama út allastaðni.

Framework fyri tykkara strategi

Tað hevur týdning at skriva niður tykkara strategi. Vit fara at arbeiða við einum framework, har tú lættliga kanst seta orð á týdningarmestu lutirnar í eini social media strategi.

Hvat skulu vit leggja út?

Vit hyggja nærri uppá ymiskt slag av content til sosialu miðlarnar, og hvussu tit kunnu tilrættisleggja tað, so tað ikki blívur ein høvuðpína at leggja út í síðstu løtu.

Raðfesting av resursum

Hvørjar resursir skulu tit fyri at halda tykkara strategi koyrandi? Hvussu kunnu ábyrgdarøkir býtast og hvat skal til fyri at marknaðarføra tína fyritøku effektivt á sosialu miðlunum?

Hent amboð til sosialu miðlarnar

Vit hyggja nærri uppá ymisk hent amboð, sum kunnu hjálpa tykkum í tykkara brúki av sosialum miðlum – serliga tá tit arbeiða við fleiri ymsum pallum. Nógv amboð hjálpa tykkum at umsita alt á einum stað.

Hvussu koma í gongd?

Tú fært eisini nøkur pratisk ráð til hvussu tú kemur í gongd ella hvussu tú kemur víðari við at menna og arbeiða við eini effektivari social media strategi.

Spyr bara

Eg kann hjálpa tykkum at brúka sosialar miðlar betur til tykkara samskifti og marknaðarførslu. Send mær eini boð – so taka vit eitt óbindandi prát.

"Eftir at hava verið á skeið hjá Jákup valdi eg at biða hann gera ymiskar uppgávur fyri Gist & Vist. Hann hevur eitt nú sett eitt Dashboard upp til okkum, soleiðis at vit kunnu fylgja við gongdini á okkara sølustøðum. Hetta er ein sera stór hjálp og gevur gott yvirblikk. Jákup fær mítt besta viðmæli, av tí at hann er greiður, skjótur og tænastuvinaligur."

Thora Augustinussen, sølu- og marknaðarleiðari Gist & Vist

"Jákup gav okkum yvirlit yvir allar okkara síður á Facebook og vísti okkum, hvussu vit skjótt og ómakaleyst kundu fáa ein reyðan tráð. Nú er tað lætt at umsita sosialumiðlarnar, og vit hava fingið innlit í spennandi funkur, ið vit ikki hildu vóru gjørligar."

Henrietta Hammer, marknaðarsamskipari Poul Hansen (Á handlar)

"Síðan Jákup byrjaði at taka sær av samskiftinum vegna Eysturkommunu, hava vit fingið ein greiðan, nýmótans og upplýsandi profil á netinum, sum vit eru sera glað fyri. Vit hoyra mangan frá øðrum, at Eysturkommuna hevur eina sera jaligan og framsøknan profil á netinum, og tað er Jákupi at takka fyri."

Jóhan Christiansen, borgarstjóri Eysturkommuna