Brúsá styrkir um hópin

Brúsá  |  22. august 2023

Dámar tær væl at arbeiða við talgildari marknaðarførslu og dugir tú væl við fólki? Trívist tú væl í einum umhvørvi við stórari ábyrgd og avbjóðandi uppgávum? So er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Hjá Brúsá eru vit serfrøðingar innan talgilda marknaðarførslu, og vit leggja stóran dent á at skapa úrslit. Vit eru nærløgd, lurta eftir kundum okkara, og brúka okkara servitan til at skapa ítøkilig úrslit fyri okkara kundar.

Sum ráðgevi hjá okkum hevur tú ábyrgd fyri kundasamskifti, avtalum, verkætlanum, o.s.fr. Vit bjóða eitt lætt, stuttligt og fakligt umhvørvi, har vit regluliga fáa íblástur og sparra við hvønn annan. Vit hava kundar, sum seta høg krøv til góðsku og sum virka bæði á heima- og altjóðamarknaðinum.

 

Um starvið

Sum ráðgevi ert tú nærlagdur og til reiðar at veita okkara kundum strategiska ráðgeving innan marknaðarføring og sølu á netinum. Harafturat kanst tú taka tær av ítøkiligum uppgávum so sum kampagnu-uppseting, tekstarbeiði, rapportering, v.m.

Vit bjóða eitt flexibult arbeiðspláss, og afturfyri vænta vit, at tú leverar úrslit.

 

  • hevur minst 2 ára royndir innan eitt av hesum: social media marketing, search marketing, SEO, email marketing og onnur líknandi amboð í talgilda heiminum
  • ert tænastusinnaður og arbeiðir skipað
  • dugir at hugsa strategiskt og kreativt
  • hegni til at skriva á føroyskum og enskum er ein fyrimunur

Søk starv

Um tú kundi hugsað tær at starvast hjá okkum, so send okkum tína umsókn við viðkomandi skjølum í seinasta lagið mánadagin 4. september. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Trýst á hesa leinkju fyri at søkja starvið.

Talan er um eitt fulltíðarstarv og verður sett skjótast gjørligt og lønt sambært avtalu. Um spurningar eru, kanst tú seta teg í samband við Robert Sivertsen, stjóra, á tlf 910919.

Sp/F Brúsá heldur til í góðum umstøðum á Niels Finsensgøtu 16, Tórshavn. Les meira um okkum á www.brusa.fo.

Viðmerkingar