Lær at gera Reels

Vilt tú lýsa teg ella tína fyritøku fram á best møguligan hátt? Reels er í løtuni besti mátin at røkka tínum málbólki á sosialum miðlum.

Les meira
Hotel Hafnia Tórshavn
Týs. 9. apr. 2024 kl. 09:00 - 14:30
kr. 3.495,- u/MVG Morgunmatur og miðmáli er við í prísinum
20 pláss

Seinasta freist at tekna seg er 9. apr.

- dagar
- tímar
- minuttir
- sekund

Hvat er eitt gott reel?

Hvussu skal eg gera upptøkuna, hvussu leingi skal eg filma, og hvat skal filmast?

Tøkni og amboð

Hvørja uppsetan skal mín telefon hava tá eg filmi? Hvørjar app’ir hóskar seg best til klipping, og hvussu geri eg tað lættast?

Ljóð

Hvør tónleikur hóskar væl til, og hvussu skal tað yvirhøvur ljóða?

Skeiðsinnihald

Til hvønn er skeiðið ætla til?

Skeiðið er ætlað til øll tey ið ynskja at blíva betri til at arbeiða kreativt við sosialum miðlum. Hetta kann vera umboð hjá fyritøkum, stovnum ella einstaklingar ið ynskja at økja um fylgjaraskaran.

Hvat verður dentur lagdur á?

Vit leggja dent á tey grundleggjandi tingini ið hevur við Reels at gera. Serliga Facebook og Instagram, sum eru mest nýttu sosialu miðlarnir.

Er tað undirvísing ella sleppa vit at arbeiða praktiskt?

Ætlanin er at skeiðið verður skipað praktiskt, og at tit sum koma skulu hava nógv betri skil fyri, hvussu tit menna innihald við hægri góðsku til sosialar miðlar.

Erla Rajani Ziskasen

Undirvísari

Hey! Eg eiti Erla og eg eri fotografur. Eg havi lisið í London á Kingston School of Art. Eg havi eina bachelor útbúgving í Creative and Cultural Industries: Design Marketing, umframt eina masters útbúgving í Photography. Eg havi búð nógv uttanlanda – havi flutt til ymisk lond umleið 8 ferðir, tó til somu lond aftur nakrar ferðir. Eg eri fyri tað mesta uppvaksin í London og Chicago. Tá eg flutti til Føroyar sum 18 ára gomul, bleiv eg so hugtikin av náttúruni. Tað gjørdi so, at eg ynskti at fanga vøkru náttúruna við mínum myndatóli. Nógvir útlendskir fotografar komu eisini til Føroyar um hetta mundi at taka myndir fyri Visit Faroe Islands, Atlantic Airways og ymiskar útlendskar fyritøkur. Og tað var soleiðis, at eg kom í samband við fleiri av teimum, og so koyrdi tað bara harfrá. Eg lærdi nógv av teimum og byrjaði at taka myndir meira seriøst. Eg tók so tað avgerð at fara á listaskúla og lesa innanfyri tað kreativa.

Aftaná 5 ára lestrartíð, eri eg nú vorðin lærari á Glasi, har eg undirvísi í myndlist og fotografi. Umframt hetta, arbeiði eg enn við myndatøku og geri social media fyri ymiskar fyritøkur. Tað er so fantastiskt og gevandi at liva eitt kreativt lív. Instagram var byrjanin uppá, hvar eg eri í dag – har fekk eg mín fyrsta kunda. Eg fekk eisini aðrar instagram brúkarar at standa fyri – fantastiskt! Tí vil eg gjarna læra tykkum, hvussu instagram kann gera tykkara dreym til veruleika. Alt ber til. Kom á skeið hjá mær og lær teg at vísa øðrum, hvussu spennandi tín fyritøka er.

Hesum hava vit hjálpt