
Hetta er fake news!
Eg var í morgunsendingini í Kringvarpinum í morgun og tosaði um spam-uppsløg sum florerað í Facebook tíðarrenslinum, hvørjar upplýsingar Facebook samlar um meg, og um hvussu tú kanst stýra tínum talgildu fótafetum (#DigitalFootprint). T.v.s. hvørjar upplýsingar tú leggur eftir tær.
Her kanst tú annars síggja meira um hvussu Facebook handferð data, umframt at tú kanst broyta uppá nakrar stillingar fyri hvussu Facebook brúkar tínar dátur.
Sum dømi kann eg nevna:
um Facebook skal hava loyvi til at brúka ‘facial recognition’ til at kenna títt andlit aftur á myndum
um Facebook skal vita hvar tú ert (Location Settings)
Tak niður alt data, sum Facebook hevur um teg
Strika tína Facebook konto og allar tínar dátur á Facebook
Her kanst tú hoyra innslagið í Kringvarpinum.
Viðmerkingar